Skattaprocent og barnafrádráttur

Tað er at gleðast um, at fleiri velja Nes Kommunu til - hetta tí at vit hava góða barnaansing og góðan skúla og sjálvandi tí útstykkingar eru gjørdar í rættari tíð og verða framvegis raðfestar

Nes kommuna hevur eitt skattaprocent sum er yvir meðal og ein barnafrádrátt sum er undur meðal. Tað er gott at núverandi kommunustýri arbeiður við at hækkað barnafrádráttin uppá 7000kr. frá 1. jan 2025. Men hetta er ikki nokk.

Skal kommunan gera nakað munagott fyri barnafamiljurnar ella tey við høgari løn ?

Lægri skattur er absolut kærkomin, men sum tíðirnar eru blivnar, ynski eg at raðfesta hægri barnafrádrátt framum lægri skatt, tí at tær hægru inntøkurnar, tola betur verandi skatt enn barnafamiljurnar tola lágan barnafrádrátt.

X við Niels Jacob Nielsen

Býarlistin

Forrige
Forrige

Valfundur á Svangaskarði - 2. partur

Næste
Næste

Eitt sterkt og vælskipað býráð krevur fjøllbroytni