Fjølbroyttar bústaðarmøguleikar/Diverse housing options
Fjølbroyttar bústaðarmøguleikar
(See English translation below)
At tryggja góðar bústaðarmøguleikar er ein fortreyt fyri vøkstur í eini kommunu. Hetta er nakað, sum er eitt hjartamál hjá mær, og sum eg fegin vil viðvirka til at menna í okkara kommunu, um eg verið valdur inn í býráði.
Hyggja vit eftir vøksturin seinastu 4 árini, búðu 1.338 fólk í Nes kommunu við ársbyrjan 2020. Í 2022 var talið vaksið til 1.450 fólk í takt við at íbúðirnar á Kneysum og Heygsvegið stóðu lidnar og í dag búgva gott 1.576 fólk í kommununi. Hetta er ein vøkstur uppá ca. 18% eftir 4 árum og sær út til at vaksa støðugt frameftir.
Í løtuni vildi eg ikki sagt, at vit hava heilt so fjølbroyttar bústaðarmøguleikar, tí tær bústaðarmøguleikar sum eru í kommuni, eru mest sethús og miðalstórar íbúðir, sum hóska seg best til familjur og pør. Tað eru sera fáir bústaðarmøguleikar hjá einstaklingum ið ynskja at seta fót undir egið borð.
Íbúðir og ein tættari bý
Sum ungur kenni eg til dagsins stríð um at finna sær ein bústað, sum ikki kostar ein bóndagarð, serliga sum stakur. Kommunan hevur gjørt nógv gott við at útstykkja farnu árini og nýliga longt Høganesvegin og ólavsveg við nýggjum grunnstykkjum. Hetta er alt gott og at glaðast um. Tó so, hava hesi í stóran mun verið málrættað stór sethús til familjur. Nøkur eru sett av til íbúðir, men tær íbúðir sum higartil eru bygdar, eru mest málrættað pør ella lítlar familjur, og eru heldur dýrar hjá støkum at leiga ella keypa.
Tað búgva nógv støk í okkara kommunu, sum í stóran mun búgva til leigu í kjallaraíbúðum ella heima hjá foreldrunum, tí heilt fáir bústaðar møguleikar eru, ið liggja á einari rímiligari príslegu sum hóskar seg til 1 persón. Tískil eiga vit frameftir at miðja eftir at eisini fáa fleiri smærri íbúðir á t.d. 50-60 m2, tá nýggjar íbúðarbygningar skulu byggjast. Bústaðarmynstri og støddir, er nakað kommunan kann stilla krav um tá søkt verður um byggiloyvi til íbúðarbygging. Íbúðir er tó ikki fyri øll, og nøkur ynskja fegin eini smærri sethús. Men nýggju grunnstykkini í kommununi eru rættiliga stór, áleið 650 m2. Her átti vit eisini at hugsa meira fjølbroytt við eisini at gera smærri sethúsa grundstykkir fyri soleiðis at skapa meira fjølbroytni. Í hesum sambandi átti byggisamtyktin fyri Nes Kommunu møguliga at verða endurskoða.
Býarplanlegging og framtíðar miðbý í Oyrunum
Uppskotini vit hava sæð um eina framtíðar miðbýarkjarnu kring bátahylin í Oyrunum er ein sera spennandi verkætlan. Her verður umráðandi at hava eina greiða langtíðarætlan viðvíkjandi hvat bústaðarmynstur vit sum kommuna ynskja okkum. Hetta er eitt øki sum potentielt kann geva pláss til nógvar íbúðir. Um hugt verður eftir, hvussu bústaðarmynstri sær út aðrastaðni í størri býum, er týðiligt at tað serliga eru ung í dáma best at búleikast í einum miðstaðarøki. Tó so er umráðandi at hava í huga, at eitt miðstaðar øki skal vera fyri øll at fáa gleði av, ung sum eldri.
Diverse housing options
Ensuring good housing opportunities is a prerequisite for growth in a municipality. This is something that is at my heart, and that I would like to contribute to the development of our municipality if I am elected to the city council.
Looking at the growth in recent years, 1,338 people lived in Nes municipality at the beginning of 2020. In 2022, the number grew to 1,450 people in line with the completion of the apartments at Kneysum and Heygsvegur and today there are about 1,576 people living in the municipality. This is an increase of approx. 18% after 4 years and looks to grow steadily in the future.
At the moment I would not say that we have quite so diverse housing options, because the housing options that are in the municipality are mostly houses and medium-sized apartments, which are best suited to families and couples. There are very few housing options for individuals who wish to set foot on their own.
Apartments and a denser city
As a young person, I am familiar with today's struggle to find a place to live for a reasonable price, especially as a single person. The municipality has some ground expanding in recent years and recently extended Høganesvegur and Ólavsvegur with new plots. This is all good. However, these have largely been aimed for large houses for families. Some have been allocated for apartments, but the apartments that have been built so far are mostly suitable for couples or small families and are rather expensive for individuals to rent or buy.
There are many individuals living in our municipality, who mostly live for rent in basement apartments or at home with their parents because there are very few housing options that are available at a reasonable price, suitable for 1 person. Therefore, we should focus on also getting smaller apartments, e.g. 50-60 m2, when new residential buildings are to be built. This is something that the municipality can make requirements for when dealing with building permits for apartments construction. However, apartments are not for everyone, and some prefer a smaller house. But the new plots in the municipality are quite large, about 650 m2. Here we should also think more diversely by also making smaller housing plots to create more variety. In this regard, the building permit for Nes Municipality should possibly be reviewed.
Urban planning and future city center in Oyrarnar
The proposals we have seen for a future city center around the boat shed in Oyrarnar is a very exciting project. It will be important to have a clear long-term plan regarding what housing pattern we as a municipality want. This is an area that can potentially provide space for many apartments. If you look at how housing patterns look elsewhere in larger cities, it is clear that it is especially young people who like to live in a central area. However, it is important to keep in mind that a central area should be for everyone to enjoy, young and old.