Fjølbroyttari bústaðar møguleikar, tað vil eg gjarna viðvirka til at vit fáa í Nes Kommunu

“Vit eiga at miða eftir at fáa ein bý, ið er tættari bygdur. Vit kunna gott byggja meira bý niðri við sjóarmálan. Vit hava øll sæð uppskotini ið kommunan hevur keypt frá ymiskum arkitektafyritøkum, fleiri frálík uppskot haldi eg.”

Tá eg sigi fjølbroyttari, tá meini eg vanlig sethús til vaksandi familjur, íbúðir til ung og eldri. Eisini eiga íbúðirnar at hava ymiskar støddir, soleiðis at støk eisini skula kunna seta búgv.

Vit eiga at miða eftir at fáa ein bý, ið er tættari bygdur. Vit kunna gott byggja meira bý niðri við sjóarmálan. Vit hava øll sæð uppskotini ið kommunan hevur keypt frá ymiskum arkitektafyritøkum, fleiri frálík uppskot haldi eg.

Uppskotið við útfylling uttanfyri bátahylin, fyri síðani at fingið nakrar bygningar, ið høvdu sólina omanfyri fyrrapart, og vesturskinið niðanfyri á kvøldið, hevði verið sera attraktivt bæði hjá verandi og komandi borgarum, bæði yngri og eldri.

Man kann sjálvandi eisini hugsa uttanfyri kassan, og nýskipa okkurt av økinum longur úti við Pidda’sa handil, og út ímóti Krabb’ur, har veðurlagið er best. Man eigur eisini at verða opin fyri at flyta okkurt ið longu er bygt við góðum varandi býarloysnum í huga.

Tað er eisini her ið vit muga hugsa eina savnandi býðarmiðju, har fólk kunna samlast til ymisk tiltøk. Eitt hugnaligt økið ið man nátúrliga verður drigin at, har man í besta mun hevur skapt lívd, tá vit jú hava eitt veðurlag ið kann verða avbjóðandi.

Fitt av íbúðum eru bygdar í kommununi seinastu árini, og hava hesar leysgivið fleiri av størru húsunum ið eldri fólk hava sitið í. Vit eiga at stuðla uppundir at hetta verður møguligt í nógv størri mun - niðri í bygdini.

Aðrastaðni hevur man góðar royndir við eldrasambýlum, har man klárar seg sjálvan, men man hevur ein góðan og gevandi felagsskap har man eisini er felags um nógv gerandisting. Hetta ger dagligdagin hjá teimum eldru tryggari, økonomiskari, innihaldsríkari og ikki minst, stuttligari. Eitt millumting ímillum vanligan bústað, og ellis- og røktarheim.

Maritima økið í Oyrunum eiga vit at gera nakað við beinanvegin. Tað er nógv vit kunna gera beinanvegin, uttan heilt storan kostnað.

Í Vágsbotni í Havn, og við bátabrúgvarnar í Klaksvík, hava teir gjørt umstøður til fólk at koma at selja fisk, fugl, haru, seyð o.a. Hetta hevði verið upplagt at haft í Oyrahavnini. Tá eitt ting samlar fólk, er so nógv nemmari at annað legst afturat.

Eg síggi fyri mær at vit innan 2 ár hava hetta í Oyrunum, og at vit eisini hava, ella eru í hálvt við, bátadrátt, kajakk-pall, øki til dypping og kaving. Víðari frá hesum hevði verið ynskiligt at bátar løgdu leiðina forbí Oyrahavnina, og høvdu møguleika at vitja okkurt cafe líknandi stað, har lokalt fólk eisini helt til.

Sum eg havi nevnt áður, so er kommunustýrið ein bólkur sum borgarin hevur valt at umsita síni kjarnuvirðir, og skipað eitt nærumhvørvið ið borgarin ynskir sær at trívast og búgva í, nú og framyvir.

Hilbert í Grógv

Býarlistin

Forrige
Forrige

Fjølbroyttar bústaðarmøguleikar/Diverse housing options

Næste
Næste

Býarlistin – fyri eina framskygda og mennandi kommunu